Hondbóltur

Myndir: Ellefsen á Skipagøtu vann systkinabarnauppgerðina

Óli Mittún og GOG omaná fyri stegðin frammanfyri spentari fjøld við Tjarnir. Men so varð Elias sleptur leysur, Andreas Wolff tók nógv og THW Kiel fer til Týsklands við tveimum sigrum.

Bæði Elias og Óli vístu aftur sínar dygdir við Tjarnir - her heilsast teir eftir dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bæði Elias og Óli vístu aftur sínar dygdir við Tjarnir - her heilsast teir eftir dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-16 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

THW Kiel vann tann higartil mest spennandi dystin í Wenzel Nordic Cup. Men soleiðis sá tað ikki út eina løtu.

GOG var betri fyri steðgin. Hetta við frálíkum álopshondbólti, nøkrum lyklabjargingum frá danska landsliðsmálverjanum Kevin Møller, og ósamanhangandi Kiel-liði í løtum.

Skjóta og snilda bakketan við Óla Mittún á odda, umframt Manuel Zehnder, toppskjútta, og Hjalte Lykke, gjørdi lívið trupult hjá Kiel.

Men síðani kom Andreas Wolff í málið og Elias Ellefsen á Skipagøtu inn at skipa spælið. Annað fór at rigga, men hesir báðir gjørdu risastóran mun.

Elias sá ikki út til at vilja tapa móti systkinabarninum við Tjarnir. Nummar 71 skeyt seks mál - flest í opnum spæli - og setti nógv góð ting í verk.

Í løtum skiftust Elias á Skipagøtu og Óli Mittún um at skora og sum heild góð hondbólsframýsing á góðum stigi í størstu føroysku høllini.

Kiel fór frá seinasta korterið, vann við fýra málum og vann báðar dystirnar í Føroyum. Vegna floglíkindi slapp týska stórfelagið ikki at spæla móti H71, og eru teir longu á veg á flogvøllin.

Samrøður frá Kiel-spælarum seinni - sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók við Tjarnir niðanfyri

Sí H71 - Valur her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder