Hondbóltur

Víðagitni Valur-málverjin: Føroyska hondbóltsmenningin er bergtakandi

- Bjarni er betri enn hann heldur og avgjørt ein av bestu spælarunum í Íslandi, sigur Björgvin Páll Gústavsson við Portalin. Hann og Bjarni í Selvindi rósa eisini H71 eftir tætta dystin millum meistaraliðini - hoyr samrøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-16 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Björgvin Páll Gústavsson var dagsins maður við Tjarnir í dag, tá nú 41-ára gamli málverjin pilkaði skot eftir skot frá H71. Hann bjargaði seks tey fyrstu skotini syrgdi harvið fyri, at hoyvíkingar ikki komu í gongd og hevði samanlagt tólv fyri steðgin.

Björgvin Páll Gústavsson, fyrr við longum hári, hevur av álvara gjørt vart við seg á íslendska landsliðnum. Mest kendur er maðurin frá bugdini Hvammstangi kendur fyri stóra avrikið í Beijing í 2008, tá Ísland skrivaði søgu við OL-silvurheiðursmerki.

Hallur Danielsen hevur í heimildarsending hjá Kringvarp sagr, at hetta var íblástur hjá føroyingum um at seta veruliga gongd á at skapa størra framgongd. Og hendan hevur verið hugtakandi at síggja, staðfestir Gústavsson nú hann stendur við Tjarnir.

- Tað er eisini nakað serstakt, hvussu tit standa saman um hetta í Føroyum.

Royndi málverjin er væl nøgdir við møguleikarnar í Wenzel Nordic Cup og sigur, at hein dysturin móti H71 var tann besti fyri Val.

Teir liggja tættast okkum í stigi, og H71 hevði avgjørt kappast heilt har uppi í íslendsku deildini. Har eru nógvir góðir spælarar, og teir spæla ikki eingongd tann besta dystin í dag.

Tað endaði 31-27 til íslendsku meistararnir, og Bjarni í Selvindi var janvsettur toppskjútti við átta málum. Skálamaðurin fegnast um góða avrikið í Føroyum og staðfestir eisini, at "H71 er eitt sera gott lið".  Björgvin Páll Gústavsson heldur, at Bjarni í Selvindi ikki veit, hvussu góðir spælarin er.

Hoyr alla samrøðuna ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder