Fótbóltur

Poul N. Poulsen nýggjur høvuðsvenjari á Skála

Hann tekur yvir eftir Paula Poulsen, sum varð koyrdur til hús fyrr í vikuni.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-16 21:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skála ÍF kunnger í kvøld, at Poul N. Poulsen er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði felagsins. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

Poul N. Poulsen er eitt kent andlit í felagnum. Hann er uppvaksin í Vági og kom sum 20 ára gamal til Skálar at spæla fótbólt. Hann spældi 124 dystir fyri felagið. Í dag er hann búsitandi á Skála saman við Olinu og børnunum.

Hóast sín unga aldur hevur Poul N. Poulsen longu fleiri ár á baki sum venjari. Umframt at hava verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í okkara felagi í nógv ár hevur hann verið høvuðsvenjari hjá NSÍ kvinnum og hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum hjá monnum. A-venjaraprógvið kom í hús í 2024.

- Nú fegnast vit um, at hann hevur játtað seg til at taka við stýrisvølinum hjá besta mansliðnum, og vit gleða okkum at síggja hann á síðulinjuni.

Skála ÍF vann í dag tiltrongdan 2-1 sigur móti Víkingi. Við sigrinum kemur Skála upp um niðurflytingarstrikuna ogh evur 17 stig á áttanda plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder