Fótbóltur

Andrias Edmundsson liðformaður og skoraði avgerandi brotsspark fyri Verona

Verona vann í kvøld Coppa Italia-dyst á Entalla, sum eisini skal spæla í Serie B hetta kappingarárið - Serie B byrjar næsta sunnudag.

Andrias Edmundsson spældi 120 minuttir, kom fyri nógv og leiddi liðið víðari í italsku steypakappingini (Mynd: Hellas Verona)

Andrias Edmundsson spældi 120 minuttir, kom fyri nógv og leiddi liðið víðari í italsku steypakappingini (Mynd: Hellas Verona)

2026-08-16 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Langt hár og nú liðskiparaband um armin.

Andrias Edmundsson er stórur profilur á føroyska landsliðnum og hjá Hellas Verona, sum í ár skal royna at flyta uppaftur í Serie A.

25-ára gamli toftamaðurin er ein maður, sum felagið ógvuliga gjarna vil varðveita, og nú hevur verjuskansin fingið heiðurin at vera liðformaður í Verona.

Fyrsti kappingardystur var í kvøld. Hetta var ímóti einum øðrum Serie B-liði, Entella, men tó í steypakappingini.

Hann endaði 2-2 í vanligu leiktíðini. Dysturin í Verona, í 1/32-finaluni í Coppa Italia, fór allan vegin til brotssparkskapping.

Har skoraði Andrias Edmundsson til 3-2, og samanlagt 5-4, við fjórða skotinum hjá Hellas Verona. Og tað vísti seg at vera nóg mikið. 

Tí Entrella brendi tvey brotsspørk. Harvið fer Hellas Verona víðari, og føroyingafelagið fær góða upptakt til kappingarbyrjan í næstbestu italsku deildina.

Hendan verður um eina viku, sunnudagin 23. august, tá Andrias Edmundsson og teir taka ímóti Ascoli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder