Fótbóltur

Noah Mneney hevur brotið beinið

Fekk ógvuliga ógvusliga takkling í dystinum móti B68. Brotið er við skinnabeinið, og mest sannlíkt er fótbóltsárið 2026 liðugt hjá sterka HB- og landsliðsmiðvallaranum.

Noah Mneney noyðist at sita uttanfyri í eina tíð eftir ógvuslig takklingina, sum Sebastian Lau Nielsen kom við í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Noah Mneney noyðist at sita uttanfyri í eina tíð eftir ógvuslig takklingina, sum Sebastian Lau Nielsen kom við í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-17 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB vann í gjár sætta sigurin á rað, tá B68 var á vitjan. Men 2-0 sigurin hevði eisini ein skugga yvir sær.

Eftir tíggju minuttir kom Sebastian Lau Nielsen alt ov ógvulislga inn í ein nærdyst á miðjum vølli. Takklingin var vemmilig, og danin rakti Noah Mneney á aftara beinið.

Tað sást beinanvegin, at talan var um álvarsaman skaða, og í røntguni á Landssjúkrahúsinum var eingin ivi: Har sást eitt brot í høgra beininum, og tað var sum skilst við skinnabeinið/undir knænum hjá 23-ára gamla miðvallaranum.

[object Object]
Landsliðið hevur fýra dystir síðst i september/fyrst í oktober. Tað er ikki serlgia sannlíkt, at Noah verður tøkur tá (Mynd: Sverri Egholm)

Ilt er at siga, júst hvussu leingi Noah Mneney skal sita uttanfyri. Tað veldst millum annað um, hvussu beinið veksur saman.

Men nakrar mánaðir skal man mest sannlíkt rokna við, og harvið er ilt at ímynda sær, at Noah Mneney spælir aftur í 2026. Seinasta umfar í Meistaradeildini er 31. oktober - landsliðið, sum fuglfirðingurin vanliga er við, spælir seinastu dystirnar mitt í november.

Tó kann miðvallaramotorurin vera heppin og fáa okkurt við seint í heyst.

Talan er um stóran smeitur fyri HB næstu tíðina. Noah Mneney hevur aftur í ár víst støðufesti og styrki á sentrala miðvøllinum og verið týðandi brikkur í góðu gongdini seinastu tíðina.

Eiler Rasmussen ivaðist annars ikki í støðuni. Dómarin gav Sebastian Lau Nielsen reyða kortið, og atgerðin fer at kosta nakrar dystir. Fyrst og fremst botnbrakið móti Skála sunnudagin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder