Annað

Bogaskjóting: Hans Petur Højgaard vann FM uttandura í recurve

Hann gavst við recurve-boganum fyri útvið einum hálvum ári síðan og fór í staðin at skjóta við compound-boga – Kortini bjóðaði hann í gjár av í uttandura FM-kappingini hjá recurve-monnunum.

FM uttandura 2026, recurve menn: Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Pauli Mortensen (Tambar), bronsu (Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

FM uttandura 2026, recurve menn: Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Pauli Mortensen (Tambar), bronsu (Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

2026-08-17 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nógv ár hevur Hans Petur Højgaard úr Ørvi verið roknaður at vera Føroya besti mannligi recurve-skjútti, men tá hann 1. mars í ár hevði vunnið enn eitt av sínum mongu meistaraheitum – hesa ferð FM í innandura bogaskjóting 2025/2026 – legði hann recurve-bogan á hillina og fór at skjóta við compound-boga í staðin.

Hann hevur at kalla ikki nortið recurve-bogan síðan, men teknaði seg kortini til framskundaðu FM-kappingina hjá recurve-monnunum í uttandura bogaskjóting, sum varð skotin á skjótibreytini í Hoydølum í gjár. Og Hans Petur gjørdi ikki mætari enn at endurvinna recurve-meistaraheitið, sum hann í fjør vann uttan mótstøðu, skrivar Bogaskjótisamband Føroya.

Hesa ferð fekk hann kapping frá Bárði Magnusson úr Vágaskoti og Paula Mortensen úr Tambum, sum kappaðist um FM uttandura fyri fyrstu ferð.

Úrslitini, FM uttandura, menn recurve

Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 293+270 = 563.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 244+267 = 511.
Pauli Mortensen (Tambar), 187+170 = 357.

Hálvfinala:
Bárður – Pauli, 6 – 0.

Finala:
Hans Petur – Bárður, 6 – 2.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder