Eftir síðsta dystin í Wenzel Nordic Cup, har Valur vann 31-27 á H71, settu Tormóður P. Djurhuus og Scott Harrington saman eitt all-star lið.
Scott Harington og Tormóður P. Djurhuus vóru frásøgumenn til stroymingarnar av dystunum í Wenzel Nordic Cup 2026
Øll fýra luttakandi lið vóru umboðaði á all-star liðinum, men vóru tað íslendsku meistararnir, sum vórðu best umboðaðir, við heili trimum leikarum. Afturat all-star liðinum vóru besti verjuleikarin, besti ungi spælarin og besti leikarin í kappingini, ofta nevndur MVP, eisini valdir.
Kiel og H71 leiktu ein dyst minni enn Valur og GOG, orsaka av seinkingum í flogferðsluni, so onkrir leikarar høvdu fleiri dystir enn aðrir, sum kann hava ávirka. Samstundis ásannaðu frásøgumenninir báðir, at sunnudagsdystirnir nokk vigaðu eitt sindur meira enn hinir, orsakað av, at teir sótu so frískir í minninum.
Her eru útvaldu leikararnir:
![]()
Málverji: Björgvin Páll Gústavsson, Valur
![]()
Strikuspælari: Helgi Hildarson Hoydal, H71
![]()
Vinstri vongur: William Dalby, GOG
![]()
Vinstri bakkur: Bjarni í Selvindi, Valur
![]()
Spælskipari: Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel
![]()
Høgri bakkur: Hjalte Lykke, GOG
![]()
Høgri vongur, Allan Norðberg, Valur
![]()
Verjuleikari: Veron Nacinovic, THW Kiel
![]()
Ungi leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
![]()
Besti leikari í kappingini (MVP): Óli Mittún, GOG
--
Á onkrum plássum vóru fleiri um boðið. Serliga er tað helst áhugavert, at viðmerkjararnir valdu Manuel Zehnder frá, eftir, at GOG leikarin gjørdist mest skorandi leikarin í kappingini. Viðmerkjararnir mettu tó, at Bjarni í Selvindi átti ein somikið stóran leiklut fyri Valur, gjøgnum mál úr opnum spæli, upplegg og trektar útvísingar, at tað trumfaði Zehnder, sum skeyt nærum helmingin av sínum málum uppá brotskøst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald