Tríggjar dagar eftir størsta tapið hjá liðnum síðani 2017 og tríggjar dagar undan fyrra røkkstøkkdystin í Conference League, var KÍ eina løtu á veg móti tryggum sigri á Argjum - og eina løtu sá AB út til at hava fyribils punkterað FM-stríðið.
Tað var drama, tað var ógvuliga inntenst og eina góða løtu "indinarafótbóltur". AB hevði á mangan hátt uppiborið betri, men sum Sørin Samuelsen segði við FM1 eftir dystin: - Vit skulu ikki vera so vánaligir at lata fýra mál inn.
Tað var 0-2 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Bæði málini komu eftir frálík innlegg hjá Árna Frederiksberg, og tað sá hvasst út hjá KÍ: Ágangandi, skjótt spæl í løtum og gott trýst - serliga endurtrýst tá AB fekk bóltin.
Men AB er eitt lið, sum skapar nógvar støður og spælir frískan fótbólt. Í 38. minutti var gott spæl í høgru, ivsamt KÍ-verjuspæl, og so setti Bjarki Nielsen bóltin í netið.
Hetta broytti dystin. Heimaliðið var við yvirlutan fyrsta góða partin av 2. hálvleikin, meðan KÍ sá út til at vanta yvirskot. Og í 65' minutti smekkaði vælsspælandi miðvallarin Obule Sunday Moses bóltin í netið við góðum langskoti. Samstundis fór Gilli Rólantsson Sørensen út við skaða í øklinum.
Tað gjørdist enn verri hjá greipuvinnarunum í fjør - áðrenn tað gjørdist betri aftur. Brian Jakobsen hevði ein stóran møguleika, áðrenn tað bragdaði í 77' minutti. Her revsaði AB eitt stórt mistak hjá Daniel Johansen, og so var aftur pláss í KÍ-verjuni.
Deni Pavlovic var løtu frammaundan komin á vøllin. Royndi serbin og ungi Dávid Reynheim, sum kom á vøllin fyri Páll Andrasson Klettskarð beint eftir 3-2, gjørdu stóran mun. Dávid Reynheim skapti fyrst ein møguleika og í 82. minutti, tók 18-ára gamli áleyparin sakina í egnar hendur: Tamdi bóltin væl, vendi og smekkaði bóltin í málhornið.
Dysturin bylgjaði meira aftur og fram nú. KÍ var meira ágangandi, men satsaði eisini. Argjamenn herjaðu eisini á, og tíðliga í yvirtíðini burdi Páll Eirik Djurhuus avgjørd dystin, men innskifti miðvallarin rakti ikki bóltin eftir gott innlegg úr høgru.
Ístaðin fór KÍ avstað við øllum á Argjum. Tað var innskifti Jonn Johannesen, sum fekk seinasta orð í dramatikkinum, eftir at Deni Pavlovic hevði snittað bóltin víðari. Fyrsta málið hjá klaksvíkinginum í 2026: Óguvliga forlloysandi fyri Jonn og KÍ, sum nú aftur er trý stig aftanfyri NSÍ.
Sunnudagin hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík.
![]()
Støðan
-----------------------------------------------------------
19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 17. august
AB - KÍ 3-4 (1-2)
14' Erlend Hustad 0-1
22' Sjálvmál 0-2
38' Bjarki Nielsen 1-2
65' Obule Sunday Moses 2-2
77' Brian Jakobsen 3-2
82' Dávid Reynheim 3-3
90' Jonn Johannesen 3-4
Meira um dystin her
Í dag,sunnudagin 16. august
07 Vestur - B36 1-2 (1-1)
3' Jonathan Flensborg 1-0
16' Pætur Petersen 1-1
57' Bartal Páll Klein 1-2
Skála - Víkingur 2-1 (1-1)
2' Aron Benjaminsen 0-1
14' Bjarti Thorleifsson 1-1
78' Mórits Heini Mortensen 2-1
Meira um dystin her
NSÍ - EB/Streymur 3-2 (2-0)
3' Marius Kryger Lindh 1-0
21' Sammy Skytte 2-0
63' Kristian Svabo Eliasen 2-1
77' Petur Knudsen, br. 3-1
80' Meinhard Debes Geyti 3-2
HB - B68 2-0
7' Heini Fossdalsá Sørensen 1-0
18' Stefan Radosavljevic 2-0
Reytt kort: Sebastian Lau Nielsen (11 - beinleiðis reytt kort)
Sí eisini: NSÍ leggur stórt trýst á KÍ - HB vann sætta sigurin á rað og blandar seg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald