Síðsta kappingarár spældi hann við Ribe/Esbjerg, og nú skal Teis Horn Rasmussen spæla longur norðuri: Hann er nú TTH Holstebro-spælari.
Team Tvis Holstebro hevur júst kunngjørt 30-ára gamla føroyska landsliðsspælaran
![]()
Teis Horn Rasmussen í nýggju leikarablusuni (Mynd: TTH Holstebro)
Teis Horn Rasmussen hevur sum skilst gjørt ein stuttan sáttmála við felagið, sum hevur leitað eftir strikuspælara.
Sterki havnarmaðurin sigur, at hann gleir seg at spæla í Gråkjær leikhøllini.
- Tað er ein av feitastu heimavallunum í Danmark, og veruliga ein góð høll at spæla í.
Team Tvis Holstebro endaði á 4. plássi í grundspælinum í bestu donsku deildini í 2025/2026. Hetta var fimm pláss omanfyri Ribe/Esbjerg.
Venjari hjá TTH er íslendski Arnór Atlason, sum var stórur profilur á landsliðnum, tá Ísland endaði vil OL-silvuri í 2008 og EM-bronsu í 2010. Hann er eisini hjálparvenjari á íslendska landsliðunum.
Teis Horn Rasmussen er ein av royndastu landsliðsspælarunum, og fær hann stóran leiklut, tá EM-undankapping byrjar í heyst og til HM-endaspælið í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald