Vaksandi áhugi er fyri padel-ítróttini í Føroyum. Sum nú er, eru tvey búr (banar) at spæla í á Smyrilsvegnum og ein á Glyvrum, men skjótt standa fimm nýggj búr uppi í stórari høll á Hjalla.
Summi eru longu komin upp: Seinastu tíðina hevur gongd verið í á Hjalla 2, sum er fyrsti stóri bygningur, sum man kemur til á vinnuøkinum.
Umframt fýra búr til fýra spælarar, verður ein "einkultbani", har tað betur ber til at spæla ein ímóti einum.
Hetta upplýsir Padelmiðstøðin, sum er nýggj síða á Instagram. Hana hava tey, sum standa fyri nýggju høllini gjørt. Tað eru millum annað hjúnini Bára Hansen og Teitur Gestsson, og hjúnini Elin Sjúrðardóttir Holm og Julian Johansen.
Umframt møguleikarnir hjá fleiri at spæla samstundis, har høgt er til loftið, verður eisini ein sovnevn "lounge": Ein uppihaldsstova, har fólk kunnu keypa sær okkurt at drekka, slappa av eftir dystin, hyggja eftir øðrum spæla og hugna sær.
Eitt privat høli verður at leiga, umframt brúsu- og skiftiumstøður at nýta.
Neyvi upplatingardagurin verður avdúkaður skjótt, skrivar Padelmiðstøðin. Sum skilst verður hetta í september.
Les eisini: Padel-kappingin: Brøður hittust í báðum finalunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald