Hondbóltur

THW Kiel hevði teambuilding í føroysku náttúruni og venjing við føroyskum børnum

Millum dystirnar hjá týska stórfelagnum við Tjarnir var liðið útferð - millum annað í Hoyvíkini og í báti - og stóð fyri venjingum. Sí nakrar myndir her.

Ikki bara spæla og venja hondbólt men eisini rógva í Føroyum: Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir við árarnar leygardagin (Mynd: THW Kiel)

Ikki bara spæla og venja hondbólt men eisini rógva í Føroyum: Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir við árarnar leygardagin (Mynd: THW Kiel)

2026-08-18 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Júst farna vikuskiftið var Wenzel Nordic Cup á skránni við Tjarnir, har THW Kiel, GOG og Valur vitjaðu H71.

Eftir seinkingar í flogferðsluni hósdagin, komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel til Føroya fríggjadagin. Harvið eingin dystur hjá nummar 71 móti barndómsfelagnum H71, men Kiel fekk fínar dystir móti Vali og serliga GOG.

Sí eisini: 
Elias: Óli pissaði uppá verju okkara allan dystin - men heldur týðandi at vinna (Ljóð)
Myndir: Ellefsen á Skipagøtu vann systkinabarnauppgerðina

Millum dystirnar sótu teir frá týska stórfelagnum ikki bert fyri einki. Á skránni vóru  "teambuilding" og upplivingar í føroysku náttúruni - millum annað serstøk rógving, ein túrur í Hoyvíkingini og bogaskjótting.

Hondbóltur var eisini á breddanum, men leygardagin vóru spælarar hjá Kiel í leiklutinum sum venjarar á Hálsi og við Tjarnir. Hondbóltsskúli var fyriskipaður - hetta vakti eisini ans í millum annað Kieler Nachrichten.

Sí fleiri myndir frá hesum niðanfyri

Wolff: - Elias hevur eginleikar sum fáur annar í heiminum (Video)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder