Fótbóltur

Frá Wembley til Djúpumýru: Onglendingur skal leiða KÍ-Riga FC

Samuel Barrott hevði floytuna, tá Arsenal og Manchester City spældu Community Shield sunnudagin. Hann hevur dømt í Premier League síðani 2024, og hjálpardómararnir til týðandi dystin í Klaksvík hava eisini royndir á hægsta stigi.

Ensku meistararnir sunnudagin - skjótt eru meistaraliðini úr Onglandi og Lettlandi á skránni hjá Sam Barrott

Ensku meistararnir sunnudagin - skjótt eru meistaraliðini úr Onglandi og Lettlandi á skránni hjá Sam Barrott

2026-08-18 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin vóru Erling Haalad, Gianlugi Donnarumma, Elliot Anderson, Martin Ødegaard, Declan Rice og Gabriel Magalhaes millum spælararnir, sum vóru á vøllinum, tá Samuel Barrott dømdi á Wembley.

Hóskvøldið 20. august verður Djúpumýra pallurin, tá Samuel Barrott fer at døma. Og spælararnir eita millum annað Frederiksberg, Klettskarð, Pavlovic og Danielsen.

Seinasta uppgávan hjá Barrott var at døma dystin millum ensku meistararnar og ensku steypavinnararnar.

33-ára gamli onglendingurin hevur dømt í Premier League síðani 2024, og hetta er annað árið, at Barrott hevur evropeiskar dystir.

Hann skal leiða fyrra Conference League røkkstøkk dystin millum føroysku og lettisku meistararnar. Og við sær hevur Barrott sama 4. dómara sum á Wembley: Farai Hallam.

[object Object]
Fjórði dómarin til arbeiðis, tá Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, vil skifta út. Skjótt verða tað meistararnir úr Føroyum og Lettlandi heldur enn teir ensku (Mynd: Farai Hallam) 

Barott fekk rós fyri avrikið á stóra pallinum sunnudagin. Meira kann lesast um unga dómaran her

Adam Nunn og Wade Smith vera hjálpardómarar undir KÍ - Riga FC. Teir hava eisini Premier League-royndir, og tað hevur høvuðs VAR-dómarin, Darren England, sanniliga eisini.

KÍ og Riga FC spæla hóskvøldið klokkan 18.30. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder