Fótbóltur

Video: Møguliga seinasta málið hjá Gunnari í Íslandi

Gunnar Vatnhamar skoraði til 3-1 í sigri á FH. Seinni í mánaðinum skiftir landsliðsmiðverjin til Vejle BK - í morgin skal hann spæla fyrra Conference League-røkkstøkk dystin dystin Víking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-19 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar hevur ikki nógv eftir av tíðini í Víkingi Reykjavík. Har hevur leirvíkingurin spælt síðani í apríl 2023.

Skjótt skiftir føroyski landsliðsprofilurin til Vejle, sum skal stríðast fyri at flyta upp aftur í donsku Superliguna. Til at hjálpa í tí stríðnum hevur Vejle keypt Gunnar Vatnhamar.

Avtalan er tó, at 31-ára gamli føroyingurin í øllum førum spælir røksstøkkdystirnar í Conference League, har tann fyrri er á heimavølli hóskvøldið. Um átta dagar spælir Víkingur í Banja Luka í Bosnia, har deildarspæl er uppá spæl.

Millum teir er landskappingardystur móti Vali. Víkingur er í løtuni oddalið í Íslandi, og átta stig eru niður til KR Reykjavík.

Síðsta vikuskifti vann Víkingur 4-2 á útivølli móti FH. Gunnar Vatnhamar skoraði til 3-1 í sambandi við deyðbóltsstøðu - málið sæst eftir 2.22 á videobrotinum ovast ella niðanfyri her: Tvær góðar nertingar, eina við høgru og eina við vinstru, og so trygt í netið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder