Fótbóltur

Mattias Hellisdal við at spæla Västerås víðari í steypakappingini

Ungi havnarmaðurin kom, tá tað var 1-1 og gjørdi mun: Vann bóltin og setti álopið í gongd, sum gav sigursmálið - tað sæst her.

Í fjør var Mattias Hellisdal við at vinna næstbestu deildina í Svøríki

Í fjør var Mattias Hellisdal við at vinna næstbestu deildina í Svøríki

2026-08-20 11:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mattias Hellisdal og Västerås vunnu seg í gjár víðari, tá dystur í 2. høvuðsumfari í svensku steypakappingini var á skránni.

Enköping úr triðbestu deildini tók ímóti og legði seg á odda eftir 27 minuttir.

Favorittarnir úr Allsvenskan svaraðu aftur fyri steðgin og megnaðu at vinna 2-1. 

Mattias Hellisdal kom inn, og føroyingurin var við í avgerandi málinum. 20-ára gamli miðvallarin fangaði eina alvering hjá Enköping-málverjanum, rak, spældi víðari og nøkur sekund seinni skoraði Västerås avgerandi málið

Til ber at síggja hæddarpunktini á expressen.se - avgerandi málið er frá 2.43

Västerås spældi í reyðum í gjár, og Mattias Hellisdal hevur nummar 30 á rygginum.

Mattias og liðfelagarnir spæla aftur sunnudagin móti Kalmar. Tá er talan um landskappingardyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder