20. umfar í Meistaradeildini fer av bakkastokki í kvøld, og talan verður um spennandi fótbóltskvøldi í Norðragøtu.
FM1 ger nógv burturúr við beinleiðis sendingini Fótbóltsskýlið, sum verður send úr Sarpugerði frá klokkan 17.15.
Tá vera Svenn Olsen og Jan Andreasen saman við Rúna á Reynatrøð, og saman viðgerða teir tøttu landskappingina, umfarið og nakað av evropeiskum fótbólti.
Klokkan 18.30 verður Rúni til reiðar uttanfyri saman við Erlandi Tvørdfoss, og fara teir at siga frá Víkingi - B36, sum spæla um at leggja seg á 3. plássi.
Til ber eisini at fylgja við (livescore) og lesa meira um dystin á Portalinum.
20. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Fríggjadagin 21. august
17.15: Fótbóltsskýlið - beinleiðis úr Sarpugerði
18.30: Víkingur - B36
Alt hetta á FM1
Hinir dystirnir í umfarinum verða spældir sunnudagin 23. august
15.00:
HB - 07 Vestur
KÍ - NSÍ (FM1)
EB/Streymur - AB
17.15: B68 - Skála (FM1)
Klokkan 19.30 sunnudagin verður tikið samanum í sendingini 3. hálvleikur á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald