Fótbóltur

Christian Andreasen: - Vænti ikki at Infantino heldur fram

Á mangan hátt er hann ikki til at kenna aftur, í mun til tá hann var aðalskrivari í UEFA. Hetta var millum tað, sum FSF-forsetin staðfesti um FIFA-forsetan, sum er komin undir trýst, í B36-varpinum í gjár.

- Man hugsar fyri sær: Hvat gongur fyri seg her? Og eins og við øðrum avgerðum, eru tær bara tiknar rundan um FIFA-nevndina (Mynd: Sverri Egholm)

- Man hugsar fyri sær: Hvat gongur fyri seg her? Og eins og við øðrum avgerðum, eru tær bara tiknar rundan um FIFA-nevndina (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-21 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg síggi ikki fyri mær, at hann verður verandi leingi afturat. Um hann verður afturvaldur í mars næsta ár, so verður í øllum førum rumbul.

Hetta staðfesti Christian Andreasen millum annað í sending á FM1 í gjár. FSF-forsetin var gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-Varpinum hósdagin.

Sendingin snúði seg tó ikki um B36 í hesum førinum. Evni var óskilið í og kring FIFA - og serliga nógv umrødda forsetan.

Hendingarnar seinastu mánaðirnar hava fingið Christian Andreasen og nógv onnur at broytt hugsan um Gianni Infantino.

Forsetin í Fótbóltssambandi Føroya nevndi millum annað, at Infantino av sínum eintingum gav Donald Trump eina friðarheiðursløn, fleiri løgin ting í sambandi við HM-endaspæli - so sum brádliga strikaða leikbann hjá Folarin Balougun (USA) - og serliga ætlanina hjá ovasta fótbóltsleiðaranum um at selja part av HM-konseptinum til privatar amerikanskar íleggjarar.

- Man hugsar fyri sær: Hvat gongur fyri seg her? Og eins og við øðrum avgerðum, eru tær bara tiknar rundan um FIFA-nevndina.

[object Object]

Christian Andreasen, sum eisini minnist Gianni Infantino frá tíðini sum ein meira afturhaldnan UEFA-aðalskrivan, helt fyri, at maðurin ikki veruliga er til at kenna aftur:

Møguliga tað eru valdið, umhvørvi og FIFA-skipanin, sum saman hava gjørt tað, at hann uppførir seg so, segði FSF-forsetin, sum annars staðfestir, at Infantino er dugnaligur og hevur ymiskar góðar eginleikar.

- Hann er sera gløggur tosar nógv mál og hansara tíð eru peningaupphæddirnar til fótbóltsmenning hækkaðar. Gjøgnumskygni er batnað - í ein munn

Hann heldur tó lítið um nógvar av atgerðunum hjá Infantino í seinastuni, og tíbetur eru ætlanirnar um privatu íleggjararnir sleptar. Tó er álitið farið frá FSF og øllum limalondunum í UEFA, umframt teimum í millum Asia, og serliga tað við UEFA er ein stórur trupulleiki fyri FIFA-forsetan, staðfesti royndi FSF-forsetin í samrøðuni.

Sí eisini: Video: Vit hava mist álitið á Infantino

Tískil væntar Christian Andreasen ikki, at Gianni Infantino heldur fram so leingi afturat: Møguliga fer hann áðrnen valið í mars 2027, men har kann sveisarin/italumaðurin eisini verða demokratiskt koppaður.

Hóast hetta fer Fótbóltssamband Føroya ikki endaliga út á almenna pallin enn fyri at siga, at man ikki ætlar at atkvøða fyri Gianni Infantino.

- Tað snýr seg eisini um mótvalevni, og í løtuni er einki kunngjørt. Tí bíða vit, sum eitt av smærru fótbóltssambondunum, fyri at síggja hvør kemur á breddan. Men álitið er farið, og vit taka frástøðu frá nógvum av hesum atgerðunum.

Hoyr alla sendingina á leinkjuni niðanfyri:
B36-Varpið: Infantino nærkast endaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder