Annað

Súkkling: Pauli vann aftur í gjár

Annað umfar av kappingini Leif Mohr kring Føroyar varð súkklað í Norðoyggjum í gjár.

2026-08-21 06:55 Author image
Innsent
placeholder

Aftur í gjár var tað Pauli Poulsen sum gjørdist vinnari, tá annar teinur í súkklukappingini Leif Mohr kring Føroyar varð súkklaður. Hesaferð varð súkklað í Norðoyggjum.

Leiðin gekk úr Klaksvík til Ánirnar og skjótt varð feltið pettað sundur. Samling kom í hjá teimum fremstu løtu seinni, og menn royndu nú at fáa pulsin niður aftur. Ikki allir. Ikki Erik Neshamar, sum gjørdi eina spennandi roynd at sleppa avstað. Hann sat leingi í útbroti einsamallur, og tað kostaði kreftir.

Ein rímuliga flatur teinur bleiv súkklaður í gjár. Tilsamans 500 hæddar metrar. Og stóra feltið, sum varð samlað úr Viðareiði móti Hvannasundi, slitnaði tá teir nærkaðust Norðdepli. 

Pauli Poulsen, Bergtór Thorsteinsson, Kostas Garoflos, Hilmar Hansen og Regin Thomsen sluppu tá avstað.

Munurin øktist, men jarnmaðurin, Andrass Joensen, Jóanis Albert Nielsen og aðrir trýstu ”speedarin í botn”, og súkklaðu tað teir vóru mentir fyri at fáa útbrotið aftur. Men Pauli, Kostas og Bergtór vóru sterkari, og tann eini minutturin í Árnafirði, millum útbrotið og feltið, bleiv til tveir áðrenn málið við Effostøðina í Klaksvík, kom í eygsjón.

Tað bleiv til ein endaspurt millum teir tríggjar. Nakrar súkklulongdir var Pauli framman fyri Bergtór, sum var eina lítla sponn framman fyri einum krímraktum Kostas.

Eisini ungi Jónatan Gregersen vann sín annan sigur á rað í ársins útgávu fyri ungar súkklar. Ungi súkklarin smæddist avgjørt ikki burtur millum vaksnu súkklararnar. So væl var hann fyri, at hann bjóðaði av, og gjørdi eina góða roynd at sleppa frá pápanum, Boga Gregersen, Regin Thomsen, og øðrum. Nógv ”krút” varð brúkt í hesi royndini, men ikki meira enn so, at Jónatan megnaði at koma á mál bert fá sekundir eftir meira royndu súkklararnar.

Klokkan 18 í kvøld verður kappast í Sandoynni. Startur og mál verður við Meginskúlan. Hesaferð gongur leiðin fyrst gjøgnum nýggja tunnilin til Dals. Tað verður vent í Dali, og so gongur leiðin eftir gamla vegnum til Húsavíkar og víðari til Skálavíkar. Nú skulu súkklarar aftur gjøgnum Dalstunnilin, og aftur heim eftir gamla vegnum úr Dali. Til Skálavíkar, og so gongur leiðin til Sandsbygd, og inn á mál við Meginskúlan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder