Fótbóltur

Týdningarmesti dysturin higartil í 2026 spældur í Klaksvík seinnapartin

Um NSÍ vinnur, so eru seks stig niður til 2. plássið við bert seks stigum eftir. Um KÍ vinnur er púra javnt í stigum í meistarastríðnum. Dysturin byrjar klokkan 15 og FM1 sigur frá.

Trý stig skilja liðini, sum hava spælt javnt í báðum innanhýsis landskappingardystunum í ár. KÍ hevur betri málúrtøku (Mynd: Sverri Egholm)

Trý stig skilja liðini, sum hava spælt javnt í báðum innanhýsis landskappingardystunum í ár. KÍ hevur betri málúrtøku (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-23 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. umfar kann veruliga skilmarkað oddastríðið og botnstríðið í endaspurtinum.

Í Klaksvík er 1. plássið uppá spæl, tá NSÍ vitjar. Úiliðið kann í dag vinna sær risa fyrimun í FM-stríðnum, meðan verandi føroyameistararnir kunnu, mitt í tættari dystarskrá, leggja seg á odda í Meistaradeildini.

Javnleikur, ella KÍ-sigur, geva HB ein møguleika at koma nærri inn í stríðið.

Trý stig skilja liðini, sum hava spælt javnt í báðum innanhýsis landskappingardystunum í ár. Í steypahálvfinaluuppgerðini vunnu KÍ og NSÍ hvør sína við tveimum málum, og við Løkin avgjørdi KÍ eftir brotsspark. 

Alt bendir á ein tættan dyst, sum er fyrsta veruliga "FM-brakið" so mikið seint í  einum kappingári í nógv ár.

Emil Weihe Joensen hevur leikbann hjá NSÍ, men tað er ein møguleiki fyri, at Meinhard Egilsson Olsen spælir. Tað kann fáa stóran týdning. 

Hjá KÍ eru nakrir profilar framvegis úti, og Deni Pavlovic er ivasamur, sambært Norðlýsinum. Serbin spældi ikki í Conference League-dystinum fyri trimum døgum síðani.

FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 15, og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Meira tilfar frá oddabrakinum í Klaksvík

Støðan: 

[object Object]


20. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 23. august
15.00: 
HB - 07 Vestur
KÍ - NSÍ (FM1)
EB/Streymur - AB

17.15: B68 - Skála (FM1)

Hoyr eisini: Jan Andreasen og Svenn Olsen vænta KÍ vinnur oddabrakið móti NSÍ

Klokkan 19.30 í kvøld verður tikið samanum í sendingini 3. hálvleikur á FM1

Fríggjadagin 21. august
Víkingur - B36 0-0

- Javnleikur er eitt liviligt úrslit hjá Víkingi og B36



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder