Annað

Mannlíkur robottur tók met hjá Usain Bolt

2056 robottar luttaka í hesum døgum í World Humanoid Robot Games í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing.

(Mynd: Florence Lo/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Florence Lo/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-23 17:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin megnaði ein kinesiskur mannlíkur robottur at renna 100 metrar uppá bert 9,39 sekund.

Hetta hendi í innleiðandi kapping í altjoða World Humanoid Robot Games í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing.

9,39 sekund er skjótari enn núverandi heimsmetið hjá monnum, sum Usain Bolt úr Jamaika eigur. Metið setti hann í HM-kapping í Berlin í 2009, tá hann rann 100 metrar uppá 9,58 sekund.

Tað var robotturin Tiangong Ultra, sum er mentur av Beijing Humanoid Robot Innovation Center, sum vann innleiðandi rennikappingina í Beijing leygardagin frammanfyri robottinum Lightning, sum snildfonsframleiðarin Honor hevði ment, skriva altjóða miðlar.

Lightning hevði tíðina 9,47, sum eisini er skjótari enn tíðin hjá Usain Bolt.

666 lið við tilsamans 2056 robottum úr 16 londum og seks heimspørtum luttaka í World Humanoid Robot Games, sum í ár verður hildið fyri aðru ferð og endar 26. august. 280 lið luttóku í fjør, tá kappingin varð hildin fyri fyrstu ferð.

100 metra renning er ein av 51 greinum, sum kappast verður í. Kappast verður m.a. eisini í fótbólti og dansi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder