Eftir 81 minuttir var 2-0 til KÍ og einki bendi á, at NSÍ fór at fáa nakað við úr oddabrakinum í Klaksvík.
Men so revsaði Petur Knudsen mistak í KÍ-uppspælinum, og langt inni í yvirtíðini stútaði Daniel Obbekjær á flottan hátt innlegg úr høgru í málið.
Høgi danski verjuspælarin varð sendur fram og tryggjaði ógvuliga týðandi stig í oddastríðnum.Hhóast hann als ikki er nøgdur við fyrstu 70-75 minuttirna hjá liðnum í dag, so fegnast Obbekjær um hugburðin og stríðsviljan, sum NSÍ - aftur - vísti.
Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við Dani e Obbekjær ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald