Annað

Nýtt heimsmet í hálvmaraton hjá monnum

Yomif Kejelcha úr Etiopia hevur enn einaferð tikið metið í hálvmaraton hjá monnum.

Yomif Kejelcha úr Etiopia hevur enn einaferð tikið metið í hálvmaraton hjá monnum (Savnsmynd: Tobias Lackner/Picture Alliance/Ritzau Scanpix)

Yomif Kejelcha úr Etiopia hevur enn einaferð tikið metið í hálvmaraton hjá monnum (Savnsmynd: Tobias Lackner/Picture Alliance/Ritzau Scanpix)

2026-08-24 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð nýtt heimsmet sett í hálvmaraton hjá monnum.

Tað var 29 ára gamli Yomif Kejelcha úr Etiopia, sum í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires rann hálvamaratonteinin uppá 56 minuttir og 51 sekund, skrivar BBC.

Gamla metið á 57:20 átti Jacob Kiplimo úr Uganda. Tað metið varð sett í Lissabon í mars.

Kejelcha hevur áður átt heimsmetið í hálvmaraton. Fyrstu ferð hann setti heimsmet í hálvmaraton var í Valensia í 2024. Tíðin hjá honum var tá 57:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder