HSF: Leygardagin skipaði HSF fyri venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.
Evni á ársins venjararáðstevnu var verjuspæl, bæði einstaklinga- og liðverjuspæl, verjuskipanir, teknikkur og taktikkur.
Jordi Ribera er serliga kendur fyri sítt dugnasemi við verjuskipanum, og er hetta nakað, sum hevur eyðkent sponsku landsliðini tey seinastu árini, har hann hevur havt sína ávirkan.
Jordi Ribera hevur í nógv ár verið spanskur landsliðsvenjari, er fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum.
Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært altjóða RINCK sáttmálanum.
Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald