Tað endaði 2-1 í Horsens sunnudagin, tá uppflytararnir í ársins Superliga hittus í 5. umfari.
Lyngby javnaði í 66. minutti og kundi lagt seg á odda við brotsparki nakrar minuttir seinni.
Men fyrrverandi Chelsea-málverjin, Matej Delac, bjargaði brotssparkinum hjá íslendska Ísak Þorvaldsson, og í 74. minutti kom føroyingurin hjá heimaliðnum á vøllin.
Eftir 89 minuttir fekk AC Horsens fríspark stutt uttanfyri brotsteigin hjá Lyngby og nakað til vinstru. Tað skuldi Adrian Rúnason Justinussen sjálvandi taka sær av, og sum so ofta fyrr skoraði 28-ára gamli landsliðsvongurin við frálíka skottekknikkinum.
Sí málið eftir 4.03 her - á heimasíðuni hjá Viaplay Sport News
Flott mál frá nummar 15 í gulum og svørtum. Hetta er annað málið í fimm dystum í Superliguni hjá Adrian Justinussen.
Annar sigurin á rað til Horsens, sum nú er nummar 6 av teimum 12 liðunum í deildini. Frástøða er við føroysku frísparksperluni løgd til júst Lyngby (2 stig) og niðurflytingarstrikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald