- Hatta fái eg ikki sagt nakað serligt um.
Hetta staðfestir Brandur Jacobsen, tá Portalurin í kvøld hevði Víkinga-formannin í rørinum.
Gøtumaðurin hevur staðið í støðuni fyrr. Felagið hevur seinastu árini selt spælarar sum Gunnar Vatnhamar, Geza David Turi og Poul Kallsberg av landinum: Er man stórur profilur hjá Víkingi og við nógvum góðum fótbóltsárum frammanfyri einum, eru fín sannlíkindi fyri, at man kann verða seldur.
Soleiðis sær eisini út at verða við Aroni Benjaminsen, sum Víkingur sjálvt keypti úr norska Kristiansand í vetur.
Evnini hava verið eyðsæð hjá kvika og snilda vonginum, sum er uppvaksin í Skála ÍF. Og við avrikunum og tølunum seinastu tíðina, hevur tað bara verið ein spurningur um tíð, áðrenn okkurt útlendskt felag fór at leggja pengar á borðið fyri 18-ára gamla úrmælingun.
Nú bendir alt á, at Hearts of Midlothian hevur gjørt hetta. Tað skrivar miðlar úr heimbýnum, Edinburgh, umframt aðrastaðni í Skotlandi. Róð hevur eisini verið framundir tað í Føroyum, og fyri løtu síðani skrivaði Kringvarpið, at heimadysturin móti HB fríggjakvøldið verður tann seinasti dysturin hjá Aroni Benjaminsen fyri Víking: Hann er seldur til skotsku silvurvinnararnar seinasta kappingarár.
Les eisini: Aron Benjaminsen eftir øllum at døma seldur til Skotlands
Júst felag ella land vil Brandur Jacobsen ikki seta orð, men:
- Eg fái váttað, at har er útlendskur áhugi fyri Aroni Benjaminsen. Men til ber ikki váttað nakað meira ítøkiligt enn tað.
Formaðurin hjá Víkingi vísir á, at slíkt má staðfestast seinni, um tvey feløg verða samd.
![]()
Aron Benjaminsen hevur skorað sjey mál og lagt upp til níggju í Meistaradeildini í ár. Umframt hetta hevur Víkinga-vongurin skorað tvey mál í Conference League og verið við í málum í kappingini um Løgmanssteypið. Har skal Víkingur spæla finalu 5. september - eftir øllum at døma uttan nummar 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald