Fótbóltur

Nú hevur helmingurin av liðunum skift venjara í 2026

07 Vestur, HB, B36, Skála og B68 fara inn í endaspurtin við øðrum høvuðsvenjara, enn tey byrjaðu árið við - tað er enn ikki endaligt, hvør tekur við á Toftum.

B68 endaði samstarvið við Aleksandara Jovevic eitt lítið samdøgur eftir tapið fyri Skála sunnudagin. Á Svangaskarði skal bjaringarroynd gerast seinastu sjey umførini (Mynd: B68)

B68 endaði samstarvið við Aleksandara Jovevic eitt lítið samdøgur eftir tapið fyri Skála sunnudagin. Á Svangaskarði skal bjaringarroynd gerast seinastu sjey umførini (Mynd: B68)

2026-08-25 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga mánakvøldið, eitt lítið samdøgur eftir tapið fyri Skála á Svangaskarði, varð Aleksandar Jovevic sagdur úr starvi. Tað er ikki greitt enn, hvør avloysarin, sum skal royna at fáa B68 yvir strikuna, er.

Sí eisini: B68 koyrt venjaran til hús

Við hesum eru fimm høvuðsvenjarar, sum byrjaðu árið, ikki longur í teimum feløgunum. Niðanfyri sæst yvirlit; eisini við nýggju venjarunum:

07 Vestur: Micheal Scjønberg - Tór-Ingar Akselsen

HB: André Olsen - Lukasz Cieslewicz

B36: Jákup Martin Joensen - Jákup á Borg

Skála: Pauli Poulsen - Poul N. Poulsen (umframt Jákup Jacobsen sum nýggjan venjaratoyminum)

B68: Aleksandar Jovevic - ?

Tað byrjaði síðst í mai, tá Tór-ingar Akselsen tók við hjá 07 Vestur. Sandavágsmaðurin hevur okkurt av undarfarnu árunum verið hjálparvenjari hjá Micheal Schjønberg, sum ikki fekk tingini at rigga í Sørvági í ár: Danin fór heim eftir tap fyri Skála í beinleiðis botnbraki, og tá lá 07 Vestur aftast.

Í juni kom heldur dramtastiskt venjaraskifti í HB. Úrslitini hjá André Olsen høvdu ikki verið góð, men tað var at enda ósemja um hjálp frá donskum venjararáðgeva, sum í vikuni eftir keðiligt tap á Argjum, var dropin.

Hoyr eisini: Ósemja um hjálp útifrá

Les eisini: André Olsen: Ein nýggjur útlendskur ráðgevi hevði skapt størri órógv enn gagn

Í summar var eisini vaktarskifti í hinum húsinum í Gundadali: B36 byrjaði kappingarárið ógvuliga væl, men minni góð úrslit og avrik fyri summarsteðgin gjørdu, at samstarvið við Jákup Martin Joensen endaði. Ítróttarstjórin Jákup á Borg tók við.

Skála misti Simon Jørgensen og Jákup Jacobsen í summar, og tað sá ógvuliga tungt út eftir 4-0 tap í Runavík 10. august, og Skála lá á 10. plássi. Dagin eftir var Pauli Poulsen, sum hevur verið venjari samanlagt leingi, fyribils søga á Skála. Síðani hevur liðið vunnið báðar sínar dystir 1-0 (søguligan sigur á Víkingi og botnbrak móti B68). Fyrst við Ari Ellingsgaard og Jákup Jakobsen við róðrið - nú hjálpa teir Poul N. Poulsen.


Støðan: 

[object Object]

Umframt nevndu broytingarnar, er tað vorið greitt, at hetta er seinasta árið hjá Magnusi Powell í KÍ. Sviin boðaði sjálvur KÍ frá tíðliga í ár, at hann ikki ynsktir at halda fram, tá sáttmálin gongur út við ársenda. KÍ hevur síðani kunngjørt, at Fróði Benjaminsen tekur við næsta ár.

Sigurður Ragnar Eyðjólfsson, Jóhan Petur Poulsen, Øssur Hansen og Sigfríður Clementsen eru framvegis í sessunum, teir vóru í, tá árið byrjaði.

Fyrstnevndi hevur skrivað evropeiska søgu við NSÍ, tí liðið er komið víðari tvær ferðir í Conference League í summar. Íslendingurin í løtuni á FM-kós við felagnum, sum hann kom til í vetur.

Hinir tríggir hava sitið í nøkur ár. Jóhan Petur Poulsen er tann, sum hevur verið nógv longst í sessinum av teimum tíggju høvuðsvenjaranum í Meistaradeildini hjá monnum. Fyrst í september vera seks ár liðin, síðani toftamaðurin tók við stýrisvøllin í Sarpugerði. Jóhan Petur Poulsen hevur vunnið bæði Løgmanssteypið og FM við Víkingi - í summar longdu partarnir samstarvið til og við 2029.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder