Seks vikur eftir at hann fekk seks brot í andlitið í nærdysti á útivølli móti Atert Bissen, ger Odmar Færø seg av álvara til at spæla aftur.
Sterki miðverjin hevur sitið uttanfyri síðani Champions League-dystin í Luksemborg, og honum hevur saknur sjálvandi verið í hjá KÍ.
Sí eisini: Odmar Færø kom ikki við Føroya - hevur fleiri brot í andlitinum
Talan var um eitt brot fleiri, enn vit upprunaliga fingu upplýst, men tey eru so mikið "rein", at Odmar Færø hevur vant aftur seinastu vikuna.
36-ára gamli miðverjin noyðist tó at hava sergjørda masku á, sum verja andlitið og brotini.
Hetta kann ávirka, hvussu væl landsliðsverjuspælarin sær, men hann vandi í øllum førum eina løtu saman við hinum í dag. Og Odmar Færø er eisini við í KÍ-ferðalagnum, sum nú er ávegis til Keypmannahavnar.
![]()
(Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)
Flogið verður víðari til Riga í kvøld, og avgerandi dysturin um pláss í Conference League-deildarspælinum verður hóskvøldið klokkan 18 føroyska tíð.
So er spurningurin, um Odmar - við masku - verður á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald