Svimjifelagið Neptun í Runavíkar kommunu hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni.
Tað varð endurstovnað fyri einari tíð síðani. Felagið boðar nú frá, at tað er eydnast at fáa ein sera virknan hóp av hjálparfólkum og eina virkna nevnd; hesi hava eisini eitt greitt felags mál.
Nýggur útlendskur venjari er eisini settur, og hetta fegnast nevndin av góðum orsøkum um.
- Til at fáa íblástur uttanífrá, og fyri at lyfta felagið, hevur svimjinevndin saman við formanninum í vikuni gjørt avtalu við Sanne Skov um at verða partur av menningini hjá svimjifelagnum Neptun
Sanne er útbúgvin faklærari í ítrótti og hevur verið meginvenjari og mennari í svimjiskúlanum í fleiri enn 30 ár. Heimasíðan neptun.fo upplýsir eisini, at Sanne Skov hevur verið svimjilærari hjá danska Svimjisambandinum í nærum eina fjórðingsøld.
Í nevndini fyri Neptun eru Jákup Øssursson Mohr, Jens Mortan Rasmussen, Martin Venned, Eyðun Jensen, Dánjal Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir og
Rodmundur Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald