Hondbóltur

Óli og GOG fingu góða byrjan í Bambuni Herreligaen

21-ára gamli føroyingurin varð skrásettur fyri flest upplegg í sigrinum á Skjern, og samanlagt átti Óli Mittún tíggju mál og upplegg. Í kvøld spælir Jóhan á Plógv Hansen móti Jákupi Egholm og Paula Rasmussen, og leygardagin bresta GOG og SAH saman.

Óli Mittún gjørdi bart við Tjarnir í venjingarkapping herfyri. Og hann heldur fram við góðu taktunum, nú spælt verður um stig í Danmark )Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún gjørdi bart við Tjarnir í venjingarkapping herfyri. Og hann heldur fram við góðu taktunum, nú spælt verður um stig í Danmark )Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-26 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG tók ímóti Skjern Håndbold, tá 1. umfar í bestu donsku mansdeildini fór av bakkastokki í gjárkvøldið.

Og talan gjørdist um eitt gott týskvøld hjá heimamonnunum í Skanderborg. GOG var á odda við trimum málum í steðginum og vann eisini 2. hálvleik við trimum málum: 35-29 (16-13) og harvið tvey stig til liðið hjá Óla Mittún.

21-ára gamli føroyski landsliðsprofilurin átti ikki óvæntað stóran leiklut. Óli Mittún legði, sambært almennu hagtølunum, upp til flest mál í sigrinum á Skjern. Uppleggini vóru seks í tali, og mál+assist hjá nummar 78 var 10: Hoyvíkingurin skeyt fýra mál og hevði samanlagt seks skot.

Nøkur teknisk mistøk telja eitt sindur niður, men samanlagt sterkt avrik hjá Óla Mittún sum hevði Hjalte Lykke og nýggja Manuel Zehnder at spæla við. Sveisiski Zehnder, ið var toppskjútti í Wenzel Nordic Cup við Tjarnir fyrr í mánaðinum, skoraði seks mál í fyrsta kappingardystinum fyri GOG.

Hin nýggi stóri profilurin, sum er komin at spæla fast á Fjóni, gjørdi eisini stóran mun. GOG hevði avbjóðingar á málverjuplássinum í kvøld, men í allarfysta dystinum í Bambuni Herreligaen bjargaði Kevin Møller 16 skotum. Danski landsliðsmálverjin var harvið fyri 38 av skotunum, sum Skjern hevði, meðan 

Hann og verjan høvdu gott tamarhald á fyrrverandi danska landsliðsprofilinum, Mads Mensah Larsen, og á gomlum mótsstøðumanninum hjá Óla Mittún, Alex Månsson.

GOG hevur spennandi uppgerð móti Skanderborg Århus og Jóhan á Plógv Hansen leygardagin klokkan 15 - ein dystur sum TV2 vísir. Men áðrenn tað skal høgri vongurin úr Havn spæla ímóti TMS Ringsted í kvøld klokkan 17 føroyska tíð. Ungu Jákup Egholm og Pauli Rasmussen komu til Ringsted í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder