Hondbóltur

Rakul Wardum bjargaði 14 skotum uppá 34 minuttir í føroyingauppgerð

Dagsins spælari hjá Skanderborg við heili 53 í bjargingarprosenti. Tó vunnu Marita Mortensen og NFH greitt - Skanderborg skoraði bert 20 mál og føroyski landsliðsmálverjin kom so mikið seint á vøllin.

Rakul Wardum hevði nógvar bjargingar at fegnast um í 1. umfari í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum hevði nógvar bjargingar at fegnast um í 1. umfari í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-27 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroyingar hava av álvara gjørt vart við seg, nú bestu donsku deildirnar eru byrjaðar aftur.

Fyrrapartin skrivaðu vit um Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum varð toppskjútti og dagsins spælari hjá København, har hon eisini avgjørdi dystin (30-29).

Sí eisini: Óli Mittún og GOG fingu góða byrjan i Bambuni Kvindeligaen

Ein onnur á føroyska kvinnulandsliðnum spældi ein stóran dyst. Hetta var í Skanderborg Men har rakk tað langt frá til sigur.

Rakul Wardum sat á bonkinum fyrstu 26 minuttirnar. Hiðani sá hon Maritu Mortensen og Nykøbing Falster Håndbold (NFH) leggja seg greitt á odda: 8-16.

Rakul bjargaði skoti frá Maritu í sínari fyrstu støðu og tók trý tey seinastu NFH-skotini fyri steðgin. 24-ára gamla havnarkvinnan hevði eisini ein ógvuliga góðan 2. hálvleik, og stóð samanlagt við 14 bjargingum bjargingarprosenti á 53 prosent.

At bjarga yvir helmingin av skotunum uppá 34 minuttir er flott, og føroyski landsliðsmálverjin varð uppiborin kosin dagsins spælari hjá Skanderborg eftir 20-35 tapið

[object Object]
Rakul Wardum og tær kundu ikki vera nøgdar eftir stórtapið, men stóra persónliga avrikið var plástur uppá sárið (Mynd: Skanderborg Håndbold)

Marita Mortensen spældi sín fyrsta kappingardyst fyri NFH, sum javt og samt spælir evropeiskan hondbólt. Hoyvíkskvinnan skoraði eitt mál í Skanderborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder