Tað skal røkka ella støkka hjá KÍ í kvøld, tá seinni røkkstøkkdysturin móti Riga FC er á skránni.
Málleyst eftir dystin við Djúpumýru og harvið fer vinnarin í lettiska høvuðsstanum víðari til deildarspælið - hjá taparanum er evropeiska árið av. Møguliga verður tað neyðugt við longdari leiktíð ella brotssparkskapping.
Sí eisini: Brakið um deildarspæl byrjar klokkan 18
Til ber at síggja dystin á heimasíðuni hjá KÍ fyri eitt gjald. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Conference League røkkstøkk umfar (play-off) - seinni dysturin
Hósdagin 27. august, Skonto Stadion
18.00: Riga FC - KÍ (0-0) - eingin regul er um útivallarmál longur
Stroyming: tv.ki.fo (gjald: 20 evrur)
Livescore: portal.fo
Les eisini: Riga FC stendur sum stórfavorittur til seinna røkkstøkkdystin móti KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald