KÍ er á odda í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum. Tað er greitt eftir toppdyst KÍ og HB á Tórsvølli, sum klaksvíkskvinnur vunnu heili 4-0.
HB hevur annars havt eitt gott kappingarár, og hevur eisini ligið á odda. Men við sigrinum í kvøld, kom KÍ upp á 40 stig og HB verður verandi á 38 stigum.
Maria Vinjardsdóttir legði KÍ á odda eftir 18 minuttir og Durita Hummeland økti um munin í 29. minutti.
Í seinna hálvleiki staðfestu klaksvíkskvinnur sigurin við máli frá Sannu Svarvadal tá 50 minuttir vóru leiktir og tá 67 minuttir vóru leiktir økti Durita Hummeland á øðrum sinni, hesaferð til 4-0 sum eisini gjørdist úrslitið.
Víkingur og Skála spæla hin dystin í 3. umfari ó ovara endaspælinum í Sarpugerði leygardagin klokkan 12:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald