Tað eru 15 ár síðani, at fótbóltsfelagið á Sandi var at síggja í fremstu mansdeildini. Nú nærkast, til B71 aftur er Meistaradeildar-lið.
50 stig eftir tjúgu umfør og tjúgu stig niður til triðovasta liðið, sum kann flyta upp - tvey fara upp úr 1. deild - og harvið kann B71 avgerða alt í dag.
Hetta við sigri á næstbesta liðnum hjá B36, sum vitjar Inni í Dal klokkan 12.
Um tað skuldi kiksa, og B71 tapir fyrsta dystin síðani 2. umfar, so er tað eisini nóg mikið, at EB/Streymur fær stig móti ÍF. Hesi spæla samstundis á Eiði.
Men lagt er upp til at sterka B71-liðið ger arbeiðið liðugt, og FM1 og Portalurin verða við, tá hol mest sannlíkt verður sett á uppflytingarveitslu í Sandoynni:
Trygvi Absalonsen verður á Sandi og sigur frá dystinum saman við Eli Hentze, og eftir dystin verða samrøður at hoyra á FM1 og Portalinum, umframt myndarøð at síggja.
1. deild, 21. umfar
Leygardagin 29. august
12.00: B71 - B36 II (FM1)
(12.00): EB/Streymur - ÍF
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald