Tað varð 1-0 eftir 20 minuttir og 2-0 eftir 25 minuttir. Og harfrá var so at siga eingin ivi: B71 hevði sett sær fyri at tryggja uppflytingina úr 1. deild, og tað eydnaðist eisini.
Næstbesta liðið hjá B36 var á vitjan Inni í Dal og minkaði um munin til 2-1 nærum beint eftir steðgin. Men longu í minuttinum eftir tí svaraði B71 aftur, og tað varð 4-1 í 57. minutti, tá danin Lucas Ørneborg sló til.
Síðani var av álvars niðurteljing til staðfestingina á Sandi, og greiði toppskjúttin í 1. deild fekk eitt afturat. B36 skoraði tvey troystarmál til seinast, men tað kann staðfestast, nú seks umfør resta í av næstbestu mansdeildini: B71 skal upp í Meistaradeildini næsta ár.
Tað verður fyri fyrstu ferð síðani 2011, og tað var gjørt á ógvuliga sannførandi hátt: Einki tap síðani í mars - nú er uppflytingarveitsla á Sandoynni.
Fleiri myndir og samrøður av Sandi seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald