Hondbóltur

Óli Mittún dagsins maður hjá GOG í sigri í Skanderborg

Skoraði flest mál og hevði flest upplegg hjá gestunum, umframt at hann so at siga spældi uttan mistøk móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen.

Óli Mittún gjørdi bart við Tjarnir í venjingarkapping herfyri. Og hann heldur fram við góðu taktunum, nú spælt verður um stig í Danmark (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún gjørdi bart við Tjarnir í venjingarkapping herfyri. Og hann heldur fram við góðu taktunum, nú spælt verður um stig í Danmark (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-29 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir landskappingardystir og tveir sigrar. GOG hevur fingið góða byrjan í donsku landskappingini, og tað hevur verið við Óla Mittún í miðdeplinum.

Í 35-29 sigrinum á Skjern týskvøldið hevði Óli flest upplegg og samanlagt tíggju mál/upplegg. Móti Skanderborg AGF (SAH) í dag hevði 21-ára gamli føroyingurin aftur flest upplegg í dystinum (seks), og skoraði nummar 78 flest mál hjá GOG - tey vóru sjey í tali.

Serliga gekst væl at skora fyrstu løtuna, har Óli Mittún var í hopla, og í 1. hálvleiki sum heild. Annars skipaði føroyski profilurin spælinum hjá GOG fyrimyndarliga væl størsta partin av dystinum, tók nógv uppmerksemi, og hann er ikki skrásettur fyri nakra tekniska villu.

GOG-álopið koyrdi sum smurt fyri steðgin (17-20), men í 2. hálvleiki fekk SAH-verjan betri tamarhald á. Munurin kom einaferð niður á eitt mál, og Jóhan á Plógv Hansen skoraði gott mál í mest spennandi løtuna. Men so fór GOG frá aftur og vann 34-31. Harvið svaraði GOG aftur, eftir SAH vann hálvfinaluuppgerðina millum liðini síðsta kappingarár.

Jóhan fekk ikki nakað serligt at arbeiað við á høgra vongi, og var royndi havnarmaðurin væl eftiransaður. Hann skoraði uppá einasta skot sítt í dystinum.

Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen seks mál í sigri á nýggjum føroyingafelagi

Tveir aðrir føroyingar vóru í eldinum í fremstu donsku deildini. Pauli Rasmussen spældi størsta partin av dystinum móti Skjern, har ungi strandingurin í TMS Ringsted fekk seg royndan. Høgri bakkurin skoraði tvær ferðir í 30-40 tapinum og hevði nakrar tekniskar villur.

Jákup Egholm fekk eisini sín fyrsta heimadyst í Danmark. Vinstri vongurin spældi tíggju minuttir samanlagt men hevði einki skot.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder