Enn ein dystur og enn ein persónligur heiður sum dagsins spælari hjá Grimsby. Tíverri endaði tað annað vikuskifti á rað hjá Geza David Turi og liði hansara.
Sí eisini: Geza á fleiri vikuliðnum - vinnur frama í Onglandi
Grimsby legði seg annars á odda 2-1 í 64. minutti. Hetta var eftir at 24-ára gamli gøtumaðurin rann eini 50 metrar við bóltinum og síðani sendi perfekta alvering til Finley Potter, sum skoraði.
Hetta var í klassiskum "Geza-stíli", og áræði og teknisku førleikarnir hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum halda framhaldandi ans.
Geza átti triðseinasta fót á hinum málinum hjá heimaliðnum við góðari sending í dýpdina eftir góða nerting áðrenn.
Sí mál og hæddarpunkt frá dystinum hjá Geza og Grimsby í dag ovast ella á Youtube-síðuni hjá Grimsby Town
Niðanfyri ber til at síggja og hoyra Geza Turi seta orð á dystin:
Nummar 15 hjá Grimsby vísir á, at man var betra liðið - og tað vístu tølini eisini. Men 2-2 og harvið fimm stig eftir tríggjar dystir í League Two.
Týskvøldið er Accrington Stanley á skránni. Geza David Turi spældi 90 minuttir í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald