Eitt greitt tekin um at landskappingin í hondbólti er á gáttini er, at dystirnir um Lionsbikarið verða spældir seinnapartin og í kvøld.
Dystirnir kunnu stroymast á Portalinum og verða at finna á forsíðuni á portal.fo eitt korter undan dystarbyrjan. Eisini ber til at fylgja við dystunum á livescore-skipanini hjá Portalinum sum eisini er at finna á forsíðuni.
Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum og monnum. Kyndil er umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst.
Hjá kvinnunum verður dysturin í dag klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe Kondi-kappingini vóru tær drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin.
Og hjá monnunum, ið spæla klokkan 18 í kvøld, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini og í Faxe Kondi-kappingini gjørdu teir bart, og í báðum førum var tað Kyndil, ið bjóðaði av.
Hondbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, so Hondbóltssambandið tekur sær av tí, sum hevur við sjálvar dystirnar at gera, og Lions tekur sær av innkrevjingini, tí ágóðin fer sum vanligt til eitt vælgerðarendamál.
16:00 Kyndil-VÍF kv.
18:00 Kyndil-H71 menn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald