Hondbóltur

VÍF og H71 vunnu Lionsbikarið

Greiðir sigrar til kvinnurnar hjá VÍF og menninar hjá H71.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2026-08-30 20:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dystirnir um Lionsbikarið vórðu spældir í dag og bæði VÍF-kvinnur og H71-menn vunnu greitt.

Hjá kvinnum vann VÍF ein greiðan 34-20 sigur móti unga kyndilsliðnum. Hálvleiksstøðan var 14-11 til VÍF.

Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men VÍF kvinnurnar sýndu í seinna hálvleiki, at tær høvdu fleiri streingir at spæla uppá.

H71 menninir sýndu bæði breidd og styrki og settu seg á dystin frá byrjan og vunnu Lionsbikarið 2026 hjá monnum. H71 vann 37-29 móti Kyndli, eftir hálvleiksstøðuna 18-8 til H71.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder