Fótbóltur

- Absurd um eg ikki sleppi at spæla móti Víkingi

Eg haldi ikki, at nakar spælari eigur leikbann fyri slíkt, sigur Petur Knudsen um støðuna, tá hann fekk seinna gula kortið móti AB fyri film. - Eg rokni við at NSÍ fer at gera okkurt við hetta, og so má tað verða upp til FSF.

Í sambandi við fyrra gula kortið mótmælti hann ov nógv, og tað var í lagi at geva kort, men tað seinna var ein onnur søga - øll síggja at AB'arin eigur kortið - heldur Petur Knudsen fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í sambandi við fyrra gula kortið mótmælti hann ov nógv, og tað var í lagi at geva kort, men tað seinna var ein onnur søga - øll síggja at AB'arin eigur kortið - heldur Petur Knudsen fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-31 09:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað fyrra gula kortið er í lagi. Eg standi tætt við dómaran og rópi kanska eitt sidnur hart - eg veit at tað er gult kort, og hatta eigi eg ikki at gera. Tað seinna tími eg ikki at viðmerkja so nógv, men eg haldi at øll síggja tað: Um man hyggur eftir tí aftur, so sær man, at tað er AB-spælarin, sum eigur gult kort. So eg rokni við, at NSÍ fer at gera nakað við tað, og at okkurt kemur burturúr úr tí. Tað er tað einasta, eg havi at siga um tað.

Soleiðis segði Petur Knudsen í samrøðu við Trygva Absalonsen á FM1, eftir 3-1 sigurin hjá NSÍ á AB. Oddaliðið vendi dystinum, men mest umrødda støðan kom tveir minuttir eftir 3-1 málið, sum NSÍ-toppskjúttin sjálvur skoraði.

Í 83. minutti fekk Petur Knudsen sítt seinna gula kort og harvið reytt kort. Hetta eftir at Heini Viðoy metti, at NSÍ-liðformaðurin datt ov lætt/søkti kontaktina ov nógv sjálvur, tá hann fór umkoll í nærdysti við Jimmy Abdul.

- Eg havi ikki stórvegis viðmerkingar til hatta, uttan at tað er absurd, um eg havi leikbann móti Víkingi (næsti dystur hjá NSÍ, red.). Eg haldi ikki, at nakar spælari eigur leikbann fyri slíkt. Nú fer NSÍ mest sannlíkt at gera sítt, og so er tað upp til FSF. Eg fari ikki at blanda meg meira uppí, helt Petur Knudsen fyri.

Hoyr samrøðuna her

Tá Petur Knudsen sigur "at gera sítt" sipar hann til at kæra kortið. Tað ber mest sannlíkt til hjá NSÍ at royna - tað er ikki greitt, um ein slík kæra er farin inn, ella um tað kann broytast, tá talan er um seinna gula kort.

Við reyða kortinum móti AB hevur liðformaðurin og NSÍ-toppskjúttin leikbann til týðandi dyst í oddastríðnum, sum verður um 13 dagar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder