Fótbóltur

KÍ er kroyst at vinna í kvøld

Verandi føroyameistarar eru seks stig aftanfyri NSÍ - klokkan 18.30 vitjar EB/Streymur. Brynjar Poulsen og Kristoffur Jakobsen siga frá á FM1 og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Fýra dagar eftir tunga tapið í Riga, og fimm dagar áðrenn steypafinaluna, spælir KÍ týðandi dyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fýra dagar eftir tunga tapið í Riga, og fimm dagar áðrenn steypafinaluna, spælir KÍ týðandi dyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-31 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í Klaksvík í kvøld, har EB/Streymur er á vitjan.

Bæði liðini tørva veruliga stig: KÍ í oddastríðnum, har NSÍ økti um leiðsluna til seks stig sunnudagin, og EB/Streymur í botninum har tríggir teir tættastu kappingarneytarnir fingu stig í gjár.

Sí eisini: NSÍ nærri meistaraheitinum - so at siga sama støða í botninum

KÍ, sum nú ikki hevur nakran evropeiskan dyst eftir í 2026, hevur sett stig til móti 07 Vestur og Skála á heimavølli í ár, umframt á útivølli móti AB og júst EB/Streymi. Ráð er ikki til annað enn trý stig móti einum av lægri liðunum, nú liðið hjá Magnusi Powell skal reisa seg eftir tunga tapið í Riga hóskvøldið. KÍ hevur steypafinalu á skránni leygarkvøldið, men eyguni kunnu ikki vendast móti Víkingi enn.

EB/Streymur hevur fleiri ferðir seinastu árini verið nær við at vinna sær stig við Djúpumýru. Kærkomin sigur kom til høldar móti AB seinasta vikuskifti.

FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.30: Brynjar Poulsen og Kristoffur Jakobsen vera til reiðar við mikrofonirnar. Til ber at fylgja við á Portalinum

21. umfar í Meistaradeildini 
Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)

Lurta her - til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum

Í gjár, sunnudagin 30. august

Lurta eftir FM1 her

NSÍ - AB 3-1 (0-1)
3' Gunnar Reynslág 0-1
56' Sjálvmál (Mathias Brik Friis) 1-1
71' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
82' Petur Knudsen 3-1

Reytt kort: 83' Petur Knudsen (seinna gula)

Sí meira um dystin her

B36 - B68 1-1 (0-0)
83' Loick Jean Henri Lespinasse, br. 0-1
90 (+2)' Ragnar Samuelsen 1-1

Meira um dystin her

Skála - 07 Vestur 1-1 (1-1)
18' Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
33' Maxwell Effiom 1-1

Meira um dystin her

Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3

Les eisini: HB fór avstað við øllum í Sarpugerði

Aron Benjaminsen: Eg fari til Skotlands mánadagin

Stigatalvan:

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder