Fótbóltur

Steypafinalur: Víkingur, HB og KÍ á Tórsvølli næstu dagarnar

U15-dreingirnir hjá HB og Víkingi leggja fyri klokkan 18 í kvøld. Í morgin spæla U16-genturnar úr Havn og Klaksvík - leygardagin snýr tað seg um U18 dreingir og Løgmanssteypið. Til ber at síggja dystirnar á Televarpinum.

2026-09-03 09:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allar steypafinalurnar í 2026 verða spældar í september, og fýra tær fyrstu eru á skránni 3. september til 5. september.

Tað eru Víkingur, HB og KÍ, sum eru umboðaði í júst hesum finalunum. Víkingur og HB hava trý lið hvør og U15-dreingirnir hjá feløgunum leggja fyri í kvøld.

Í dag, hósdagin 3. septembur
Kl. 18:00 HB – Víkingur (U15 dreingir)

Fríggjadagin 4. septembur
Kl. 18:00 HB – KÍ (U16 gentur)

Leygardagin 5. septembur
Kl. 14:00 Víkingur – HB (U18 dreingir)
Kl. 19:00 Víkingur – KÍ (Løgmanssteypið menn)

Sí eisini: Vaksandi áhugi at síggja finaluna um Løgmanssteypið

Allar steypafinalurnar síggjast á Rás1 hjá Televarpinum

Steypafinalurnar hjá kvinnum, U21 og U13 verða spældar seinni í september.

Sí fult yvirlit á fsf.fo

Les eisini: Blá og reyð svørt finala

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder