Fótbóltur

Finalufeløgini gera nógv burturúr

Bæði KÍ og Víkingur hava bussferð til Havnar leygardagin, í Eysturkommunu hava fleiri tiltøk longu verið, serliga fyri tey ungu, og KÍ hevur upphiting í Klaksvík fríggjadagin og í høvuðsstaðnum leygardagin.

Á fótbóltsvøllinum í Leirvík savnaðust børn úr frítíðarskúla og spælarar hjá Víkingi í gjár (Mynd: Víkingur)

Á fótbóltsvøllinum í Leirvík savnaðust børn úr frítíðarskúla og spælarar hjá Víkingi í gjár (Mynd: Víkingur)

2026-09-03 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steypafinaluvikan er nakað serstakt fyri feløgini, og hetta merkist í Eysturkommunu og í Norðuroyggjum í hesum døgum.

Víkingar gera sum vant nógv burturúr, tá steypafinala nærkast. Í gjár vórðu Víkinga-fløgg, hattar og tekningar gjørdar í Sarpugerði, har ymiskt var at fáa aftur við hjá børnum og vaksnum. Á fótbóltsvøllinum í Leirvík savnaðust børn úr frítíðarskúla og spælarar hjá Víkingi.

[object Object]
Gongd í Vìkinga-húsinum mikukvøldið (Mynd: Víkingur)

Niðast ber til at síggja nakrar myndir frá Leirvík mikudagin, har tey í Frítíðarskúlanum høvdu Víkingadag.

Víkingar og norðoyingar skipa fyri bussferð, og í Klaksvík verður stór upphiting við Djúpumýru fríggjadagin: Hetta við autografum, quiz, sofapráti og øðrum.

KÍ-upphiting verður eisini í Bovlinghøllini leygarkvøldið.

Sum heild er stórur áhugi fyri finaluni, sum verður leygarkvøldið klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder