HB skifti høvuðsvenjara eftir miðjan juni, og síðani hevur liðið verið tað formsterkasta í Føroyum: Átta landskappingardystir, sjey sigrar og ein javnleikur. Í løtuni liggur HB á evropeiskum plássi - 1. plássi er sjey stig burturi.
Samstarvið við André Olsen endaði, meðan fyrrverandi nevndin sat. Annars er venjaratoymi tað sama, sum 2026 byrjaði við, men nú við Lukaszi Cieslewicz sum oddamanni. Men hvussu leingi kann væntast, at hann verður í sessinum sum høvuðsvenjari?
Portalurin hevur spurt Helgu Ellingsgaard um hetta. HB-forkvinnan staðfestir, at tað hevur gingið ógvuliga væl undir Lukaszi Cieslewicz, og at HB hevur lagt upp til, at hann veðrur verandi í venjaratoyminum næsta. Júst nøvn og samanseting vil Helga Ellingsgaard tó ikki siga so nógv um.
- Lukasz heldur fram sum høvuðst restina av árinum, staðfestir hon fyrst
- Vit eru eisini í gongd við at hyggja uppá næsta ár, og hava vit tosað við ymiskar venjarar. Tað er ikki greitt, júst hvussu samansetingin er. Men vit ynskja at fáa ein afturat Lukaszi.
Portalurin fær ikki upplýst, um hetta merkir, at ein hjálparvenjari skal afturat ella møguliga ístaðin fyri Teit Matras Gestsson, sum er nú. Ella um ein nýggjur høvuðsvenjari verður settur í HB, har núverandi fyrrverandi høvuðsvenjarin verður hjáparvenjari.
Søgur: Mikkjal Thomassen uppá tal
Sum altíð í fótbóltsheiminum ganga søgur. Og í løtuni verður serliga eitt venjaranavn settt í samband við HB:
Mikkjal Kjartansson Thomassen.
Portalurin hevur í vikuni verið í sambandi við fleiri góðar keldur, sum staðfesta, at tað í øllum førum hevur verið samband við partarnar seinastu tíðina.
Vit fyrihildu forkvinnu felagsins fyri hesum søgunum.
- Eg vil ikki úttala meg um konkret nøvn, men vit hava sum sagt tosað við møgulig venjaraevni, sigur Helga Ellingsgaard.
Harvið er tað framvegis ikki meira enn óváttaðar søgur, men summi vilja verða við, at tað er ikki óveruleikakent, at Mikkjal Thomassen kann verða kunngjørdur í HB skjótt.
![]()
Mikkjal Thomassen sum KÍ-venjari í 2021. Hann vann trý FM við KÍ, umframt steypakappingina einaferð. (Mynd: Sverri Egholm)
Útlendskur áhugi hevur eisini verið fyri føroyska venjaranum, sum í 2023-2025 starvaðist í Noreg og Svøríki og skjótt leiddi Fredrikstad og AIK langt, í mun til hvar tey lógu, áðrenn hann tók við: Uppflyting við Fredrikstad og evropeiskt pláss við AIK.
Nú 50-ára gamli Mikkjal Thomassen spældi við HB sum ungur. Hann var síðani í nógv ár hjá grannunum í B36. Fyrst sum spælari og síðani sum venjari - millum annað hjá Lukaszi Cieslewicz. Frá 2015 til og við 2022 stóð Mikkjal Thomassen á odda í Klaksvík, har hann førdi KÍ á tindin í føroyskum mansfótbólti aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald