Fótbóltur

Fylgið við steypafinaluni á FM1 og Portalinum

Til ber at koma í finaluhuglag í Fótbóltsskýlinum fríggjadagin, tá Trygvi Absalonsen tosar við fjepparar og viðger Víking - KÍ. Leygardagin senda vit upptakt frá klokkan 18 á Tórsvølli og hava alt um dystin á øllum pallum.

Eli Simonsen, sum sjálvur hevur spælt fyri KÍ, verður ein av gestunum hjá Trygva Absalonsen í Fótbóltsskýlinum í morgin klokkan 17.15 (Mynd: Sverri Egholm)

Eli Simonsen, sum sjálvur hevur spælt fyri KÍ, verður ein av gestunum hjá Trygva Absalonsen í Fótbóltsskýlinum í morgin klokkan 17.15 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-03 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið klokkan 19.00 verður ársins størsti einstaki dystur millum tvey føroysk feløg: Finalan um Løgmanssteypi.

Víkingur og KÍ bresta annað árið á rað saman. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum: Trygvi og Trygvi vera til reiðar á svalanum stutt fyri klokkan 19 - talan er um Trygva Absalonsen og Trygva Mortensen.

Áðrenn verður upptakt send á Tórsvølli, har Pætur Nolsøe tosar við spentar fólk, sum eru til steypafinaluna.

[object Object]
Pætur Nolsøe á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Til ber at fylgja gongdini í steypafinaluni ovast á Portalinum, har vit eisini taka samanum við teksti, myndum og samrøðum: Aftaná hoyrast prát við steypavinnarar á báðum pallum.

Longu í morgin, fríggjadagin, byrjar upphitingin á FM1. Fótbóltsskýlið við Trygva Absalonsen verður sent klokkan 17.15, beint eftir tíðindini. Har vitja fjepparar Eli Simonsen (KÍ), sum eisini er vanur at vera viðmerkjari, og Marius Blábjørg Vang (Víkingur)

Lurta eftir FM1 her

Skráin fyri steypafinaludekkningin á FM1: 
Fríggjadagin 4/9: 
17.15: Fótbóltsskýlið við Trygva Absalonsen og fjepparum

Leygardagin 5/9:
17.00: Fótbóltsskylið endursent
18.00: Upptakt av Tórsvølli við Pætur Nolsøe og gestum
19.00: Víkingur - KÍ (Finalufrásøgn við Trygva Absalonsen og Trygva Mortensen)

Aftaná verður samanumtøka við serliga samrøðum

Á Portalinum ber til at fylgja gongdini undir dystinum, og vit hava myndir og videosamrøður aftaná, umframt greinatilfar upp til og eftir steypafinaluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder