Hondbóltur

Kyndil og VÍF hava stórar evropeiskar uppgávur um vikuskiftið

VÍF spælir í Kroatia fríggjakvøldið og sunnukvøldið og Kyndil í Eysturríki leygardagin og sunnudagin. Talan er um 1. umfar í European Cup. H71 kemur inn í kappingina seinni.

Teitur Poulsen Hellisdal og teir hjá Kyndli skulu royna seg í Eysturríki (Mynd: Sverri Egholm)

Teitur Poulsen Hellisdal og teir hjá Kyndli skulu royna seg í Eysturríki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-09 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingin er júst farin í gongd, og longu eru stórar og spennandi uppgávur á skránni úti í Evropa hjá tveimum feløgum.

Talan er um mansliðini hjá Kyndli og VÍF. Tey eru í 1. umfari í European Cp hetta kappingarárið. Bæði fingu trupul lutakast men játtaðu at spæla báðar dystirnar á útivølli.

VÍF spælir í Kroatia, meðan Kyndil skal spæla í Eysturríki.

[object Object]
VÍF hevur seinastu árini verið at sæð í evropeiskum hondbólti aftur - her í Luksemborg (Mynd: Andrei Antal)

VÍF-menn spæla fríggjadagin og sunnudagin móti kroatisku MRK Trogir, meðan Kyndil møta eysturríksku SC Kelag Ferlach, leygar- og sunnudagin.

Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:
Fríggjadagin 11. september kl. 19.00 MRK Trogir – VÍF

Leygardagin 12. september kl. 18.00 SC Kelag Ferlach – Kyndil

Sunnudagin 13. september kl. 17.00 SC Kelag Ferlach – Kyndil
Sunnudagin 13. september kl. 19.00 MRK Trogir – VÍF

H71 luttekur eisini í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin. Greipuvinnararnir eru hægri styrkismettir og koma uppí kappingina í 2.umfari.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder