Fótbóltur

- Aron skal hava tíð at tillaga seg

Hearts-høvuðsvenjarin staðfestir, at yngstu innkeypini skulu venja seg at spæla á hægri stigi í Skotlandi. Hearts hevur steypadyst í Stenhousemuir fríggjakvøldið.

Aron Benjaminsen og aðrir ungir mans hugdu at, tá Hearts spældi landskappingardyst síðsta vikuskifti (Mynd: Edinburgh Evening News)

Aron Benjaminsen og aðrir ungir mans hugdu at, tá Hearts spældi landskappingardyst síðsta vikuskifti (Mynd: Edinburgh Evening News)

2026-09-09 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Teir koma frá ávikavist fremstu føroysku deildini og sveisiskum ungdómsfótbólti. Harvið hava teir tørv á at venja seg við hægri stig og krøv. 

Hetta er ein av staðfestinginum í edinburghnews.scotsman.com. Lokali miðilin í størsta skotska býnum ger nógv burturúr Hearts of Midlothian, sum er nýggja felagið hjá Aron Benjaminsen.

Nýggi venjari hansara, Wouter Vrancken, hevur í vikuni sagt, at tannáringakeypini síðst í flytingarvindeyganum skulu hava tíð at tillaga seg í Skotlandi. Báðir hava gjørt langan sáttmála - til 2030 - so hugsað varð langt fram við hesum keypunum.

Les eisini: Aron fingið fýra ára sáttmála við Hearts

Umframt 18-ára gamla føroyingin, keyp Hearts fyrst í mánaðinum Leart Kabashi úr Grasshopper. Har hevur miðvallarin í stóran mun spælt ungdómsfótbólt.

Aron Benjaminsen hevur fleiri royndir úr vaksnamannafótbólti, men skotska Premier League er sjálvandi eitt veruligt fet upp hjá evnaríka føroyinginum.

Hjá Edinburgh Evening News verður tó als ikki víst aftur, at Benjaminsen og Kabashi kunnu fáa ávirkan skjótt.

Sum myndin ovast vísir, hugdu teir at, tá Hearts spældi landskappingardyst síðsta vikuskifti og legði seg á 2. plássið. Fríggjakvøldið 11. september spælir liðið League Cup dyst móti Stenhousemuir, sum er oddalið í næstbestu skotsku deildini. Her kundi verið ein møguleiki hjá strandinginum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder