22. umfar í Meistaradeildini hjá monnum byrjar í kvøld við dysti, sum kann gerast veruligur gysari. Hetta tá B68 vitjar á Argjum.
Nú seks umfør resta í, sær støðan í botninum soleiðis út.
![]()
Tvey lið fara niður, og beint nú bendir nógv á, at B68 verður annað liðið. Toftamenn hava fýra stig upp til strikuna og ikki nógv skot eftir í byrsuni.
Eitt er í kvøld, tá vitjað verður á Argjum. Tað gjørdi B68 eisini í 1. umfari - og tapti - og AB vann eisini dystin á Svangaskarði millum liðini í summar.
Tað skerst tó ikki burtur, at hetta er ein av dystunum, sum eru eftir, har aftasta liðið hevur bestan møguleika at vinna týdningarmikil stig.
Síðani uppgerðina 29. juni á Toftum, hevur AB bert fingið trý stig í seks dystum. Og niðurflytingarspøkilsi, ið man kennir á Argjum, vitjar. Skála, EB/Streymur og 07 Vestur eru komin nærri í seinastuni, so Øssur Hansen skal eisini helst hava trý stig móti sínum barndómsfelagið.
Hjá B68 eru Martin Jarnskor og Pedro Tarancon Anton nú settir árið út. Í fyrsutuppgávuni, sum fyribils venjarar, spældi B68 javnleik móit B36 í Gundadali
Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 18.30. Brynjar Jacobsen Poulsen og Kári Nielsen verða til reiðar og siga frá á FM1.
Áðrenn, frá klokkan 17.15, verður Fótbóltsskýlið sent beinleiðis Inni í Vika
Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald