Tvey føroysk lið spæla í kvøld seinnu dystirnir í 1. umfari í European Cup hjá monnum.
Talan er um VÍF og Kyndil, sum eru í ávikavist Kroatia og Eysturríki. Í báðum førum hava feløgini avtala at spæla báðar dystirnar í sama landi.
VÍF tapti 25-20 móti kropsliga sterku kroatunum úr Trogir fríggjakvøldið. Í fjár spældi Kyndil ein fínan dyst í Eysturríki, har Teitur Poulsen Hellisdal skaraði framúr við níggju av teimum 23 málunum í fýra máls-tapinum.
Í kvøld skulu Kyndil og VÍF gera eina roynd av venda uppgerðunum. Samanlagdi vinnarin fer víðari til 2. umfar.
![]()
Hópur, venjarar og hjálparfólk hjá Kyndli, sum eru í Eysturríki um vikuskiftið (Mynd: Kyndil)
European Cup 1. umfar - seinni dystirnir
Sunnudagin 13. september
17.00: SC Kelag Ferlach - Kyndil (27-23)
19.00: MRK Trogir - VÍF (25-20)
Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Til ber at stroyma dystin hjá VÍF á Youtube - á hesari leinkjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald