Fótbóltur

Nú er KÍ bert eitt stig aftanfyri NSÍ

Fróði Benjaminsen fekk trý stig við úr Sørvági í fyrsta dysti hansara sum KÍ-venjari. Í Runavík endaði 1-1, tá Víkingur vitjaði.

Oussama Ali skoraði einasta málið í Sørvági, og við Løkin gav Víkingur KÍ eina hjálpandi hond (Mynd: Sverri Egholm)

Oussama Ali skoraði einasta málið í Sørvági, og við Løkin gav Víkingur KÍ eina hjálpandi hond (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-13 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM-stríðið er upp aftur meira opið, nú KÍ og NSÍ hava spælt sínar dystir í 22. umfari. Bert eitt stig skilur liðini - og um HB heldur stand í 2. hálvleiki, er HB framvegis við.

Støðan í løtuni: 

[object Object]

22. umfar
Sunnudagur 13.09

EB/Streymur – B36 2-1 (0-1)
12' Jógvan Kárason Gullfoss 0-1
69' Gestur Bogason Dam  1-1
80' Andras Olsen 2-1

NSÍ – Víkingur 1-1 (1-1)
10' Jákup Johansen 0-1
45' +1' Daniel Obbekjær 1-1

07 Vestur – KÍ 0-1 (0-0)
38' Oussama Ali 0-1

-------------------------

18.30: AB – B68 (0-0) - FM1
Lurta eftir FM1

18.30: Skála – HB (1-2)

Víkingur kom væl betri frá byrjan við Løkin. Jákup Johansen skoraði eftir gott spæl hjá steypavinnarunum longu í 10 .minutti. Útiliðið kundi eisini skorað okkurt afturat, men beint fyri steðgin javnaði Daniel Obbekjær eftir deyðbólt.

Í 2. hálvleiki hendi ikki so nógv, men NSÍ hevði onkra vandastøðu móti endanum. Heimaliðið, uttan Petur Knudsen, misti eitt fet á tindinum.

KÍ spældi samstundis og tók av. Stutt fyri steðgin skoraði Oussama Ali, og hetta varð einsamalla málið í dystinum.

Mark F. Jensen hevði stórbjarging tíggju minuttir fyri leiklok, tá 07 Vestur royndi at trýsta verandi føroyameistarar. KÍ hevði eisini støður til at avgerða dystin, sum var tann fyrsti undir Fróða Benjaminsne og toymi.

Fylgið gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder