Hondbóltur

European Cup: Kyndil og VÍF úti eftir tvey tap hvør

Vestmenningar vóru annars á odda í steðginum í Kroatia, men sum heild vóru mótstøðuliðini bara omaná.

Afturvendi Hallur Arason varð javnsettur toppskjútti hjá VÍF í dag við sjey málum (Mynd: Vestmanna Ítróttafelag/AVA Photography)

Afturvendi Hallur Arason varð javnsettur toppskjútti hjá VÍF í dag við sjey málum (Mynd: Vestmanna Ítróttafelag/AVA Photography)

2026-09-13 22:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í ávikavist Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Í báðum førum var avrátt, at dystirnir skuldu spælast á sama staði, har samanlagdi vinnarin kom víðari.

Hjá Kyndli gekst betri í fyrra dystinum, sum var leygardagin (minus fýra). Í dag var munurin sjey mál í steðginum, og eftir at floytan ljóðaði seinastu ferð í Ferlach.

VÍF skapti nakað av spenningi í Trogir. Vestmenningar vóru á odda í steðginum sunnukvøldið, tá seinni dysturin var. Men tað eydnaðist ikki at halda stásið við líka, og kroatar vunnu aftur.

Tó fingu bæði liðini fínar royndir í evropeiskari kapping - móti liðum úr góðum hondbóltstjóðum. 

European Cup 1. umfar - seinni dystirnir
Sunnudagin 13. september

SC Kelag Ferlach - Kyndil 29-22 (18-11)
Samanlagt vann liðið úr Eysturríki við 11 málum

Sí meira um dystin her

MRK Trogir - VÍF 30-34 (17-16)
Samanlagt vann liðið úr Kroatia við 9 málum

Sí meira um dystin her

Nú kunnu VÍF og Kyndil fult og heilt hugsavna seg um heimligu kappingina, sum júst er farin í gongd. Í oktober kemur H71 uppí European Cup, tá 2. umfar er á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder