Fótbóltur

Hava blandað kortini til drúgva landsliðsvindeygað

Landsliðið er aftur uttan Árna Frederiksberg, og á sentrala miðvøllinum skuldu øðrvísi loysnir finnast til mongu uppgávurnar. Klokkan 10 fer Eyðun Klakstein at kunngerða, hvørjar hesar eru - til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum.

Øðrvísi fyrireikingar og fyritreytir nú Eyðun Klakstein og toymi hava fyrireikað seg til fýra uppgávur - tað verður uttan nøkur av eyðkendu nøvnunum (Mynd: Sverri Egholm)

Øðrvísi fyrireikingar og fyritreytir nú Eyðun Klakstein og toymi hava fyrireikað seg til fýra uppgávur - tað verður uttan nøkur av eyðkendu nøvnunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-14 06:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Júst tíggju mánaðir eru farnir síðani seinasta kappingardystin hjá A-landsliðnum við monnum. Áðrenn farið varð á vøllin í Kroatia hetta novemberkvøldið, var møguleikin framvegis har hjá Føroyum fyri at vinna sær pláss í røkkstøkkdystunum um HM-pláss.

So mikið gott var árið hjá fótbóltsmonnunum - eitt søguliga gott ár. Eina løtu var liðið í dreymalandi, tí Geza David Turi skoraði fyrsta málið í Rijeka. Tað endaði tó 3-1 til Kroatia, sum saman við Kekkia fór víðari til HM-endaspælið úr bólkinum.

Nú snýr tað seg um Nations League og eftir nakrar venjingardystir fyrr í ár, verða stig uppá spæl - møguliga ógvuliga týðandi stig. Nations League kann geva atgongd til endaspælspláss, og tað er eitt av framtíðarmálunum hjá Føroyum.

Føroyskur fótbóltur í frambroti: Eyðun Klakstein vil meira - ljóðsamrøða við landsliðsvenjaran frá juli

Talan er tó um langan veg, og landsliðsvenjararnir munnu avgjørt hava havt avbjóðingar í sambandi við, at nøvn skuldu setast á listanum til dystirnar síðst í september og fyrst í oktober.

Av teimum, sum hava verið fast ella javnan við undir núverandi toymi, eru Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen,Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson allir úti við skaða. Harumframt eru ivamál um KÍ'arnar Hall Hansson og René Shaki Joensen.

Teir høvdu annars pynta væl, tí tað sær heldur tunt út á sentrala miðvøllinum. Av teimum sum spældu har nógv í fjør, er bert málskjúttin frá dystinum úr Kroatia - og maðurin við dreymamáli í Grimsby leygardagin.

Afturat Geza David Turi kunnu vit vænta millum annað Mattias Hellisdal. 20-ára gamli havnarmaðurin hevur ikki verið á A-landsliðnum áður, men hevur seinastu mánaðirnar spælt nógv fyri Västeras í bestu svensku deildini.

Har spælir Áki Samuelsen eisini, og nógv kundi bent á, at U21-landsliðsliðskiparin kundi enda við sínum fyrstu kappingardystum fyri A-landsliðið skjótt. Mjallby-spælarin var við til Baltic Cup.

Ein uppaftur yngri spennandi vongur, sum eisini er seldur útum landoddarnar, er eisini eitt boð. At Aron Benjaminsen í minsta lagi man hava verið í tonkunum hjá Eyðuni Klakstein og toymi er einki at ivast í.  So mikið góð hava avrikini verið fyri Víking seinastu mánaðirnar. Nú er 18-ára gamli strandingurin í skotska Hearts. Spurningurin er bara, um Aron skal vera profilur á U21-landsliðnum í næstu vikunum ella ógvuliga spennandi jokari á A-landsliðnum.

[object Object]Árni Frederiksberg eftir framúr flotta beinleiðis hornasparkið, sum vongurin javnaði við móti Gibraltar 

[object Object]
Árni Frederiksberg hevur takkað fyri seg sum landsliðsspælari av persónligum ávum - hann hevði annars ætlað at tikið hetta heystið við eisini (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ein færri høgri vongur at velja í. Systkinabarn Aron Benjaminsen hevur boðað frá, at hann ikki longur er tøkur til A-landsliðið. Nú 34-ára gamli Árni Fredeirksberg gjørdi stóran mun í fjør, tá hann var aftur á landsliðnum - serliga í teimum trimum sigrunum á Tórsvølli (Gibraltar, Montenegro og Kekkia: Fimm málstig og mangt annað). Vongurin við frálíka vinstra beininum avgjørdi eisini venjingardyst í San Marino fyrr í ár

Hetta er sjálvandi ein smeitur fyri føroyska liðið, og serliga álopspartin. Men ymiskt er at velja í, og tað er tað sanniliga eisini í verjupartinum. Og millum jaligu tingini eru, at nógvir spælarar standa seg ógvuliga væl í løtuni - sanniliga eisini uttanfyri landoddarnar.

Tað verður klokkan 10.00, at Eyðun Klakstein fer at kunngerða hópin til teir fýra fyrstu Nations League-dystirnar. Til ber at lurta á FM1, har samrøður eisini verða, og annars fylgja við á Portalinum.

-----------------------------------------------------------------

Her sæst dystarskráin hjá Føroyum næstu tíðina. UEFA hevur koyrt landsliðsvindeyguni í september og oktober saman, og tískil eru fýra dystir innan ellivu dagar á skránni.

26. sept.
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)

29. sept.
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)

2. okt.
Føroyar  – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)

6. okt.
Kasakstan A – Føroyar (Astana / 15:00)

Portalurin og FM1 fara at fylgja landsliðnum tætt hetta tíðarskeiðið - í Føroyum og í fjarskotnum londum. Meira um landsliðsúttøkuna seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder